Kappróður

Útseta kappróðurin til sunnudagin

Sundalagsstevuróðurin sum skal vera í morgin verður ístaðin sunnudagin.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-17 19:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyriskipararnir av sundalagsróðrinum, veðurkøn, dómarar og nevnd í Róðrarsambandinum hava avgjørt, at útseta kappróðurin, sum skuldi byrja leygardagin kl. 12.30 til sunnudagin, at byrja kl. 13.

- Veðurvánirnar eru ov ósikrar og kappingarvindeyga ov knapt,til, at vit kunnu avgreiða kappróðurin á væleydnaðan hátt, sigur Róðrarsambandið.

Flaggtíðirnar fyri barnamanningarnar vera broyttar til:

12.55 Barnaróður gentur Riðil 1

13.10 Barnaróður gentur Riðil 2

13.40 Barnaróður gentur FINALA

14.10 Barnaróður dreingir Riðil 1

14.25 Barnaróður dreingir Riðil 2

14.55 Barnaróður dreingir FINALA

– starttíðir eru 5 minuttir eftir, at flaggið er fari upp.

Startrøðin hjá teimum vaksnu verður óbroytt, fyrsta skot verður kl. 15.15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder