
Fótbóltur á hægsta stigi í Onglandi á Boxing Day, 26. desember, er ein gomul siðvenja, og er nakað ið hyggjarar kring heimin hava havt stóra gleði av 2. jóladag.
Aftur í ár rullar bólturin á leikvallunum kring Ongland - heili níggju dystir eru á skránni í dag, og dystir í Premier League eru á skránni komandi fýra dagarnar og longur aftur 1. og 2. januar 2020.
Leikararnir hava nóg mikið at gera í hesum døgum, og tað eru menninir hjá Mourinho, ið taka ímóti Brighton í dagsins fyrsta dysti, ið verður bríkslaður í gongd um ein hálvan tíma. Har skulu teir reisa seg eftir tapi fyri Chelsea beint undan jólum, ið ger, at Tottenham nú er seks stig frá 4. plássinum.
Seinnapartin spælir millum annað júst Chelsea, og nýggir venjarar standa á odda fyri sínum liðum: Mikel Arteta fyri Arsenal og Carlo Ancelotti fyri Everton. Í kvøld skulu Solskjær og hansara menn royna at koppa Newcastle, ið eins og Manchester United hevur 25 stig fyri 18 dystir.
Heilt stóri dysturin í dag byrjar klokkan 20.00. Liverpool kann so at siga endaliga varpa Leicester úr dystinum um meistaraheitið. Nummar tvey fær nummar eitt á vitjan; tíggju stig eru frá liðnum hjá Brendan Rodgers upp til liðið hjá Klopp, ið nú er heimsmeistari og sum hevur vunnið 16 útav 17 dystum í Premier League í ár.
Premier League, 19. umfar
Boxing Day, 26. desember
(12.30): Tottenham - Brighton
(15.00): Aston Villa - Norwich
Bournemouth - Arsenal
Chelsea - Southampton
Crystal Palace - West Ham
Everton - Burnley
Sheffield United - Watford
(17.30): Manchester United - Newcaslte
(20.00): Leicester - Liverpool
Í morgin: Wolves - Manchestter City
Støðan:
1. Liverpool (49 stig) *
2. Leicester (39 stig)
3. Manchester City (38 stig)
4. Chelsea (32 stig)
5. Sheffield United (28 stig)
6. Wolves (27 stig)
7. Tottenham (26 stig)
8. Manchester United (25 stig)
9. Newcastle (25 stig)
10. Burnley (24 stig)
11. Arsenal (23 stig)
12. Crystal Palace (23 stig)
13. Brighton (20 stig)
14. Bournemouth (19 stig)
15. Everton (19 stig)
16. West Ham (19 stig)*
17. Southampton (18 stig)
18. Aston Villa (15 stig)
19. Norwich (12 stig)
20. Watford (12 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald