Fótbóltur

Væleydnað EM-kapping í Albania

Við tveimum sigrum í trimum møguligum, er Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum væl nøgd við EM-undankappingina, sum hevur verið í Albania.

Fegnar U17 gentur aftaná ein sannførandi 3-0 sigur á Albania (Mynd: Malena Josephsen / FSF)

Fegnar U17 gentur aftaná ein sannførandi 3-0 sigur á Albania (Mynd: Malena Josephsen / FSF)

2023-12-08 13:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Samanumtikið var hetta ein góð undankapping. Genturnar vístu góðan hugburð og stríðsanda, tær høvdu dirvi og spældu væl, og tordu at bjóða av í pressaðum støðum.

Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum fyrr í mánaðinum tóku lut í EM-undankapping, sum var í Albania.

Umframt Føroyar og vertslandið, vóru Kasakstan og Wales eisini við í kappingini, ið endaði við, at Wales fekk 9 stig, Føroyar fingu 6 stig, Albania fekk 3, meðan Kasakstan endaði aftast við ongum stigi.

Í fyrsta dystinum í kappingini vunnu Føroyar 2-1 á Kasakstan. Føroysku málskjúttarnir vóru Silja Ragnarsdóttir Trier og Brá Zakariasardóttir. Síðani vunnu okkara gentur ein tryggan 3-0 sigur á Albania. Eydna Olsen Dalheim legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum, og við tveimum málum í seinna hálvleiki slerdi Brá Zakariasardóttir føroyska sigurin rimmar fastan.

– Triðja dystin kunnu vit bara iðra okkum um. Men vit mugu eisini viðurkenna, at vit taptu stórt móti einum walisiskum liði, sum var munandi betri enn vit. Men talan var eisini um ein dyst, har lítið og einki riggaði hjá okkara gentum, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder