Í døgunum 27. til 29. juni skipaði Havnar Badmintonfelag fyri badmintonskúla í Badmintonhøllini í Havn. Hetta er annað árið á rað, at felagið hevur skipað hevur verið fyri Badmintonskúla.
Aftur í ár høvdu nógv børn og ung meldað seg til badmintonskúlan – bæði leikarar, sum vanliga venja badminton, og leikarar, sum royndu seg fyri fyrstu ferð, skrivar Havnar Badmintonfelag í tíðindaskrivi.
Í tríggjar dagar møttu børn og ung. Fyrrapartin vóru tað U9 og U11, og seinnapartin U13 og U15. Leikararnir vórðu deildir í bólkar, og høvdu møguleika at vinna stig til bólkin. Síðsta dagin vórðu stigini tald saman, og ein vinnari varð funnin.
– Stuttligt var at síggja, hvussu røsk øll vóru, og øll kýttu seg á vøllinum - bæði inni og úti. Venjararnir vóru á einum máli um, at Badmintonskúlin aftur í ár eydnaðist sera væl. Leikararnir hugnaðu sær og møttu hvønn dag spent og forvitin at finna útav, hvat tey skuldu gera, skrivar Havnar Badmintonfelag.
BankNordik og Sport24 stuðlaðu við ávikavíst gávum og vinningum.
Felagið leggur afturat, at tey gleða seg til at skipa fyri badmintonskúla aftur næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald