FSF: Klokkan hálvgum fýra seinnapartin skal kvinnulandsliðið aftur í eldin. Hesaferð á útivølli móti Montenegro, sum í sínum fyrsta dysti í undankappingini vann stórsigur á Andorra
Eftir eitt tepurt 1-0 tap fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani, er EM-undankappingardystur aftur á skránni í dag – hesaferð á útivølli móti Montenegro. Føroyska liðið stóð seg væl ímóti grikkum, og kann heilt víst taka nógv gott við sær, nú ein nýggj avbjóðing stendur fyri framman.
Les eisini: Montenegro tekur aftur ímóti seinnapartin
Dagsins mótstøðulið er ikki ókent fyri okkara kvinnur. Í Nations League kappingini í fjør, tá Føroyar og Montenegro vóru í bólki saman, var upplivingin hjá okkara kvinnum tó einki serlig – serliga ikki í seinna dystinum, sum montenegrisku kvinnurnar vunnu stórt (9-0, red.)
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Montenegro nummar 89, nakað frammanfyri Føroyar, sum er nummar 110 av teimum 193 londunum, ið eru á listanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni.
Føroyski hópurin kom úr Grikkalandi til Montenegro seint leygarkvøldið, og síðani hava tvær venjingar og nakrir fundir verið á skránni. Sum heild eru allar væl fyri til dystin í dag, ið væntandi verður spældur í nógvum hita – møguliga eini 20-25 hitastigum.
Tær í føroyska hópinum hava so fingið vant seg eitt sindur við umstøðurnar (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
EM-undankappingardysturin á Gradski Stadion í Podgorica millum Montenegro og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 15:30 føroyska tíð og kann stroymast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald