Í morgin verður ein langur og spennandi flogbóltsdagur í Klaksvík, tá finaluliðini í steypakappingini skulu finnast. Fyrsti bólturin verður servaður klokkan 13, og tað áleið sjey tímar seinni er greitt, hvussu leikt verður í finalunum um tvær vikur.
Tað snýr seg um at raka dagin, nú ein er komin víðari úr bólkaspælinum. Ein dystur skal vinnast, og so er finaluplássið tryggjað.
Hjá kvinnum er tað serliga áhugavert, at vágaliðini skulu spæla um at koma í finaluna. SÍ, ið gjørdist steypavinnari í fjør eftir sera tætta finalu móti Fleyr, skal royna at koppa Drátti, ið er frammanfyri sørvágskvinnur í landskappingini. Dráttur var í finaluni fyrraárið, men tapti fyri havnarfelagnum. Fleyr er ikki í hálvfinalunum hesaferð.
KÍF kom trygt víðari úr bólkaspælinum og skal nú stríðast móti Mjølni, sum er oddalið í Meistaradeildini. Mjølnir er á sínum heimavølli í Klaksvíkar Badmintonhøll - tað mundi eydnaðst hjá KÍF at vinna har fyri tveimum mánaðum síðani (3-2)
Steypavinnarar í fjør - stórfavorittur at vinna aftur í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í meistaradeildini hjá monnum hava greipuvinnararnir hava 20 stig niður til ÍF, ið bert hava tikið eitt sett móti Mjølni í fýra dystum í ár. Í farnu viku endaði tað 3-0, tá liðini hittust á sama staði, og Mjølni er risavorittur til at koma í steypafinaluna aftur.
Nakað meira opið tykist tað at vera í stríðnum millum Fleyr og SÍ. Fleyr var mótssøðuliðið hjá Mjølni í finalunum í fjør, men tað hevur ikki hilnast væl í meistardeildini í ár. SÍ er tjúgu stig frammanfyri ÍF og vil gjarna verða liðið, ið bjóðar Mjølni av.
Kringvarpið stroymir hálvfinalurnar, ið eru hesar:
KVINNUR
Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR
MENN
Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald