Leygarkvøldið gjørdist Joel Pohjanpalo søguligur, tá hann legði Finnland á odda í Parkini. Talan var um fyrsta málið hjá Finnlandi yvirhøvur í einum endaspæli, og tað tryggjði liðnum hjá Markku Kanerva ein óvæntaðan 1-0 sigur.
Longu eftir tríggjar minuttir í dag sló Pohjanpalo til aftur, tá 26-ára gamli áleyparin kastaði seg fram og stýrdi einum góðum innleggi úr høgru í málið. Hetta var eftir, at finnar høvdu vunnið bóltin høgt - gleðin hjá teimum var tó stokkut, tí at eftir VAR hevði hugt tað ígjøgnum varð greitt, at ovasti partur av kroppinum hjá Pohjanpalo var í rangstøðu.
Pojanpalo stútar bóltin í málið, men tað telur ikki (Mynd: EPA)
Tað var júst leikarin, ið síðsta árið hevur spælt fyri Union Berlin, sum var mest vandamikil í fyrra hálvleiki hjá Finnlandi í fyrra hálvleiki. Við sínum renningum og ágýtni kom Pojanpalo í tvær heilt góðar støður móti heldur ótryggu russisku verjuni, men kom ikki heilt til skot
Kolldømda málið var ein lætti hjá russum, sum mistu álopskenda bakkin Mario Fernandes tíðliga, tá hann lendi skeivt eftir luftdyst og varð borin av vølli, fingu í løtum trýstu grannarnar heilt aftur. Tað tók eina løtu, áðrenn tað varð heilt vandamikið - talan var mest um støður heldur enn skotmøguleikar, ið serliga komu inn eftir innlegg - og tað sá út til at tað at fara at vera málleyst í hálvleikinum. Men so fekk Aleksey Miranchuk bóltin beint uttanfyri brotsteigin. Hann skapti sær pláss, spældi bandaspæl við stóra áleyparan Dzuba, og fekk so, nakað til høgru í brotsteignum, flutt bóltin yvir til vinstra beinið, og so legði álopskendi miðvallarin bóltin í longra málhornið í einum bleytum boga.
Miranchuk saman við venjaranum Stanislav Chercheshov (Mynd: EPA)
Fernandes fekk skaða í økslina ella nakkan, tá hann lendi óheppið. Hann fór á sjúkrahúsi (Mynd: EPA)
Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum. Finnland kom longur fram á vøllin eftir steðgin, og Teemu Pukki kom í tvær heilt góðar støður, men liðið fekk ikki svarað aftur. Í hinum endanum hevði Russland nakrar stórar møguleikar fyri at økja, men millum annað takkað verið Hradecky í málinum endaði tað bara 1-0. Hetta úrslitið hóskar dønum væl, tí tað merkir, at liðið helst kann spæla seg víðari og fáa 2. plássið við sigri á Russlandi í Parkini mánadagin. Fyri Russland var tað alneyðugt at vinna, og nú er lagnan í egnum hondum. Finnland kann framvegis koma víðari, men nú sær tað væl truplari út.
EM Bólkur B
Mikudagin 16.06
Russland - Finnland 1-0 (1-0)
45' Aleksey Miranchuk 1-0
Í morgin (17.00): Danmark - Belgia
Belgia 3 stig
Russland 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 0 stig
Hinir dystirnir í dag:
Bólkur A
17.00, Baku: Wales - Turkland
20.00, Rom: Italia - Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald