Í gjárkvøldið eyðmýkti Barclona Real Madrid á Santiago Bernabeu við trimum málum í 2. hálvleiki. Hetta var tann eina av hálvfinalunum í sponsku steypakappingini, og hon fekk sum vera man nógv fokus.
Hin finalisturin skuldi finnast ímillum Betis og Valencia. Tìðliga í hesum mánaðinum endaði tað við 2-2 javnleiki í Sevilla, so Valencia hevði ein fyrimun undan uppgeðrini í kvøld.
Valencia spældi seg eisini í finaluna. Hóast hagtølini frá dystinum í kvøld vísa, at Betis hevði bóltin nógv meira (32 % - 68 %), og at útiliðið skapti fleiri málmøguleikar, so var tað heimaliðið ið fekk einsamalla málið í dystinum. Tað stóð áleyparin Rodrigo fyri tíggju minuttir inn í 2. hálvleik.
Finalan í Copa Del Rey verður leikt 25. mai á Estadio Benito Villamarín, heimavøllinum hjá Real Betis, í Sevilla. Valencia, ið er í finaluni fyri fyrstu ferð í ellivu ár, hevur vunnið kappingina sjey ferðir. Liðið skal royna at forða Barcelona í at vinna steypið fimta árið á rað.
Valencia - Betis 1-0 (0-0) 3-2 samanlagt
Fótbóltur
Valencia skal dystast við Barcelona í finaluni
Hóast yvirvág til Betis í Valencia í kvøld, so vann heimaliðið 1-0 í seinnu hálvfinaluni.
(Mynd: EPA)
2019-02-28 22:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald