Hondbóltur

Valur vann sín fyrsta landskappingardyst í ár

Bjarni í Selvindi skeyt fýra mál og Allan Norðberg tvey í trygga sigrinum á KA. Niðurteljingin til fyrsta bólkaspælsdystin í European League er byrjað.

Allan Norðberg var við til at vinna trygt á sínum gamla felagi (Mynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg var við til at vinna trygt á sínum gamla felagi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-26 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valur spældi seg í bólkaspælið í European League við samanløgdum play-off sigri, men annars hevur kappingarárið ikki hilnast væl hjá íslendska høvuðsstaðarfelagnum.

Eitt stig trý tey fyrstu umførini, har tapini vóru móti Stjarnuni (Jóhannes Bjørgvin) og Afturelding (Halli Árason og Sveini Olafsson), var úrttøkan undan dystinum móti KA Akureyri í gjárkvøldið.

Valur var tó greitt omaná á heimavøllinum á Hlíðarenda. Tað var 20-12 í steðginum, og dysturin endaði 38-27.

Allan Norðberg og Bjarni Selvindi spældu ikki allan dystin. Strandingurin skoraði tvey mál, og Bjarni í Selvindi, sum byrjaði kappingarárið heilt væl, skeyt fýra mál.

[object Object]
Bjarni í Selvindi hevur skorað nógv mál fyrstu tíðina í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyri Allan Norðberg var talan um heldur serstakan dyst, tí hann kom til Íslands at  spæla við KA og spældi har í seks kappingarár. 

Umráðandi fyri Val at koma á sigurskós. Um eina viku er torførur útidystur móti FH á Hafnarfjørðinum.

8. oktober skal Valur spæla bólkaspælsdyst í European League - næststerkastu evropeisku kappingini. Fyrsta uppgávan verður á "tungum útivølli": Móti Vardar 1961 úr Skopje, Norðurmakedónia. Vardar vann síðsta ár European Cup, ið er triðsterkasta evropeiska kappingin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder