Fótbóltur

Valverde út - Setién inn

Hóast tvey meistaraheiti og ein oddasess í løtuni, hevur Barcelona givið Valverde sekkin.

Valverde hevur verið undir trýsti leingi, og er nú ikki longur Barcelona-venjari (Mynd: EPA)

Valverde hevur verið undir trýsti leingi, og er nú ikki longur Barcelona-venjari (Mynd: EPA)

2020-01-14 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Ernesto Valverde fekk starvið í FC Barcelona hevur liðið vunnið fýra steyp.  Copa Del Rey og Supercopa í 2018 og mest umráðandi: La Liga í 2018 og 2019. Meistaraheitini hava verið sannførandi; einki lið hevur av álvara bjóðað Barcelona av heilt til endans. Í løtuni er Barcelona á deildum fyrstaplássi við arvafíggidunum Real Madrid, nú kappingin í Spania er komin í helvt.

Tað verður ikki Ernesto Valverde, ið skal royna at føra Barcelona víðari móti triðja meistaraheitinum á rað. Í gjárkvøldið varð kunngjørt, at 55-ára gamli venjarin hevði fingið sekkin. Seinasti dystir hjá Ernesto Valverde við róðrið var hálvfinalan í Supercopa, ið Atletico Madrid vann 3-2 í Saudiarabia. Barcelona var á odda 2-1, tá níggju minuttir restaðu í. 

Tað eru leikhátturin, úrslitini í Champions League, og úrslitini í seinastuni, ið hava kostað Valverde starvið. Spælið verður mett at vera ov stirvið og óáhugavert, tá talan er um Barcelona. Tað mesta við hugflogi frameftir er tengt at Messi. Í Champions League hevur Barcelona seinastu tvey árini blakað greiðar leiðslur frá heimadystinum burtur. Í fjórðingsfinaluni í 2018: 4-1 á heimavølli, 0-3 í Rom. Í hálvfinaluni í fjør: 3-0 á heimavølli, 0-4 á Anfield. Í ár hevur liðið heldur ikki fingið so nógv stig, og serliga á útivølli hava menninir hjá Valverde havt tað trupult. 

[object Object]
Valverde og Setien heilsast í samband við ein Barcelona - Betis dyst (Mynd: EPA)

Avloysarin, Quique Setien, hevur verið uttan starv síðani í mai, tá hann steðgaði í Real Betis. 61-ára gamli spaniólin hevur áður verið settur í samband við starvið. Hann hevur einki vunnið sum venjari, men hevur havt nøkur góð úrslit við Betis og Las Palmas. 

placeholder
placeholder