Fótbóltur

Van Der Heyden til NSÍ

Kviki belgiski kanturin skiftir úr 07 Vestur. 28-ára gamli Jasper Van Der Heyden hevur gjørt tvey-ára sáttmála við uppflytararnar.

Hann kom til AB í 2020 og hóast niðurflyting hjá felagnum gjørdi Van Der Heyden vart við seg. Hann vann FM við KÍ í 2021 og hevur tvey tey seinastu árini spælt við 07 Vestur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hann kom til AB í 2020 og hóast niðurflyting hjá felagnum gjørdi Van Der Heyden vart við seg. Hann vann FM við KÍ í 2021 og hevur tvey tey seinastu árini spælt við 07 Vestur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-13 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ hevur í kvøld kunngjørt kærkomnan styrk til álopspartin: 

- NSÍ-leiðslan er í gongd við at fyrireika hópin til eitt nýtt ár í bestu deildini, og nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir. Jasper er upprunaliga úr Belgien, men hann hevur seinastu fýra kappingarárini spælt í bestu føroysku deildini. Tað er blivið til 88 dystir og heili 22 mál.  

Jasper Van Der Heyden hevur umboðað AB (2020), KÍ (2021) og síðani 07 Vestur tvey tey seinastu árini. Tað varð væntað, at vongurin fór at halda fram har vesturi, men soleiðis varð ikki.

Sambært heimasíðuni hjá NSÍ er talan um ein spælara, ið hóskar ógvuliga væk ikki í tað, sum man kennir NSÍ fyri:

- Talan er um ein royndan leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, ið eyðkenna ynskiliga NSÍ-spælið. Hann er kvikur, hevur sera góðan bóltførleika og so er hann hartil málfarligur (...) Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin.

Á nsi.fo verður víst til, at meira styrkur er á veg. Higartil eru tveir útlendskir miðverjar komnir til felagið eftir uppflytingina - ein úr B71 og ein úr triðbestu svensku deildini.

Venjarin Jens Wedeborg kennir eitt sindur til Jasper van der Heyden frá tíðini í Klaksvík. 28-ára gamli belgiski spælarin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við NSÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder