Fótbóltur

Van Dijk er ársins leikari kosin av leikarunum

Raheem Sterling gjørdist ársins ungi leikari.

Mynd: Sky Sports

Mynd: Sky Sports

2019-04-29 11:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Virgil Van Dijk er kosin besti leikari í Premier League fyri kappingarárið 2018/2019.

27 ára gamli Van Dijk fekk heiðurin PFA Player of the Year eftir at hann hevur spælt allar 36 dystirnar hjá Liverpool í Premier League í ár, har liðið hevur hildið málið reint í 20 dystir, sum er oftari enn nakað annað lið.

Liverpool keypti Virgil Van Dijk frá Southampton í januar 2018 fyri 75 mió. pund. Í ár hevur liðið bert tapt ein dyst.

Seks leikarir vóru í uppskoti til ársins leikara. Tann eini teirra var liðfelagin hjá Van Dijk í Liverpool Sadio Mane. Manchester City hevði tríggjar leikarar í uppskot. HEsir vóru Raheem Sterling, Sergio Aguero and Bernardo Silva. Og síðsti leiakrin sum var tilnevndur var Eden Hazard úr Chelsea.

Tað eru leikarar úr Premier League, sum velja PFA Player of The Year.

Sterling ársins ungi leikari

Raheem Sterling, sum var mettur at verða sterkasta mótstøðan hjá Van Dijk til ársins leikari, gjørdist ársins ungi leikari. Enski áleyparin hevur skorað 17 mál og lagt upp til 10 í 32 dystum fyri Manchester City í ár.

Hinir leikararnir, sum vórðu tilnevndir vóru Bernardo Silva úr Manchester City, Trent Alexander-Arnold úr Liverpool, Marcus Rashford úr Manchester United, Declan Rice úr West Ham og David Brooks úr Bournemouth.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder