Annað

Vann Australian Open og setti met

Spanski Rafael Nadal vann í dag 21. grand slam-meistaraheitið í Melbourne.

Rafael Nadal fegnast her um sigurin í Melbourne (Mynd: EPA)

Rafael Nadal fegnast her um sigurin í Melbourne (Mynd: EPA)

2022-01-30 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spanski tennisspælarin Rafael Nadal hevur vunnið Australian Open og samstundis sett nýtt met.

Í finaluni í Melbourne í dag millum Nadal og russiska Daniil Medvedev gjørdust úrslitini 2-6, 6-7, 6-4, 6-4, og 7-5.

35 ára gamli Rafael Nadal hevur nú ognað sær 21 grand slam-meistaraheiti. Tað er fleiri enn bæði serbiski Novak Djokovic og sveisiski Roger Federer, sum ikki luttóku í kappingini í ár.

Áðrenn finaluna høvdu allir tríggir 20 meistaraheiti í part.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder