2022-11-12 21:20
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing.
Tað gjørdi hon á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, sum er í Svimjihøllini í Gundadali um vikuskiftið, skrivar Svimjisambandið á heimasíðuni.
Vár svam seg til tíðina 4:14.09 og 780 FINA stig í hesi grein.
Hon átti sjálv tað nú farna metið á 4:14.59, frá tá ið hon vann silvur á Norðurlendsk Meistarastevnuni í Tórshavn í 2019.
Sí úrslitalistan her á livetiming.se
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald