Fótbóltur

Varðveittu plássið á heimsstyrkilistanum

Tapini móti Noregi og Svøríki ávirkaðu ikki støðu Føroya á Fifa-styrkilistanum.

Føroyska liðið í ársins seinasta landsdysti á Friends Arena í Stockholm (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið í ársins seinasta landsdysti á Friends Arena í Stockholm (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-28 10:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast føroyska manslandsliðið í fótbólti tapti báðar sínar seinastu landsdystir í EM-undankappingini móti ávikavist Noregi og Svøríki, og harvið mistu stig á heimsstyrkilistanum, so varðveittu vit 110. plássið á styrkilistanum hjá Fifa, sum er dagførdur í dag.

Í farna mánaði høvdu vit 1192 stig, meðan núverandi stigini eru 1181 í tali.

Afrikansku londini Mosambikk og Miðafrikanska Lýveldið fóru fram um okkum og liggur á 109. plássi, men samstundis taptu bæði Niger og Teiland so mikið nógv stig, at tey fóru afturum okkum.

Nú er tað Simbabvi, sum hóttir okkum á listanum. Simbabvi fór seks pláss fram og liggur bert eitt stig aftan fyri Føroyar.

Millum evropeisku londini liggja Føroyar á 44. plássi. Tey evropeisku londini, sum liggja undir okkum eru Aserbajan, Kosovo, Kasakstan, Litava, Andorra, Lettland, Moldova, Liktinstein, Malta, Gibraltar og San Marino.

Belgia er framvegis heimsins sterkasta fótbóltstjóð framman fyri Fraklandi, Brasilia, Onglandi og Uruguei. Danmark er á 16. plássi, Svøríki á 17., Ísland á 39., Noreg á 44. og Finnland á 58. plássi.

Føroyska kvinnulandsliðið liggur á 86. plássi á Fifa-styrkilistanum. Kvinnulistin varð seinast dagførdur 27. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder