2024-07-15 11:30

AIK váttar á heimasíðu sínari, at tey eru í samráðingum við Mikkjal Thomassen.
Tað var fyrrapartin at Fredrikstad FK boðaði frá, at Mikkjal Thomassen fór úr starvi.
- Tað er rætt at vit eru í gongd við samráðingar um møguliga setan av Mikkjali Thomassen sum høvuðsvenjara í AIK. Meira kunnu vit ikki siga í løtuni, men verður nakað, verður tað kunnað um hetta, sigur ítróttarstjórin hjá AIK, Thomas Berntsen.
Les eisini: Mikkjal Thomassen gevst í Fredrikstad
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald