Fótbóltur

Váttað: Andrass Johansen til Fremad Amager

23-ára gamli havnarmaðurin hevur gjørt sáttmála við oddaliðið í triðbestu donsku deildini.

Andrass á Sundby Idrætspark har hann hevur vant seinastu mánaðirnar (Mynd: Fremad Amager)

Andrass á Sundby Idrætspark har hann hevur vant seinastu mánaðirnar (Mynd: Fremad Amager)

2025-01-31 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein føroyingur afturat fer at royna fótbóltseydnuna uttanfyri landoddarnar. Sum vit skrivaðu um í november, so hevur Andrass Johansen eftir kappingarenda í Føroyum vant við Fremad Amager, og nú er sáttmáli komin burturúr.

- Eg havi fyrst og fremst valt Framad Amager, tí eg haldi, at tað er eitt stað, har eg allatíðina verið royndur, kann betra meg og náa eitt hægri stig. Eg havi eisini fingið eina góða fatan av felagnum, spælarunum og teimum kring felagið - og sjálvandi teimum góðu áskoðarunum, sum stuðla felagnum.

Soleiðis sigur 23-ára gamli havnarmaðurin við síðuna hjá Fremad Amager. Venjarin fegnast eisini um nýggja spælaran: 

[object Object]Mynd: Fremad Amager

[object Object]

Siðbundna felagið í høvuðsstaðarøkinum hevur verið í fíggjarligum trupullikum ofta seinastu árini. Heini Vatnsdal og Bárður Hansen eru millu mteir føroyingarnar, sum hava umboðað Fremad Amager.

Í løtuni liggur Fremad Amager fremst í triðbestu donsku deildini og harvið til uppflyting.

Andrass hevur verið lyklaspælari hjá barndómsfelagnum B36 seinastu árini - skaðar hava tó darvað nakað og serliga í 2024. Hann flutti til Danmarkar áðrenn árslok og gjørdi greitt, at hann ikki fór at spæla í Føroyum framhaldandi.

Síðsti í 2022 og fyrst í 2023 vandi Andrass Johansen við bæði B93 og Hillerød. Har kom tó ikki sáttmáli burturúr - nú skal maðurin við seks A-landsdystum royna at fáa fótin fyri seg í donskum fótbólti.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder