Fótbóltur

Váttað: Arsenal leigar Ødegaard

22-ára gamli norðmaðurin skal spæla í reyðu troyggjuni við 11-talinum komandi hálva árið.

Real Madrid leigar evnaríka miðvallaran út fyri fjórðu ferð (Mynd: EPA)

Real Madrid leigar evnaríka miðvallaran út fyri fjórðu ferð (Mynd: EPA)

2021-01-27 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Martin Ødegaard. Tað navnið gjørdist kent í fótbóltsheiminum, tá hann var ein 15-ára gamal drongur, ið rann runt í Drammen og fekk mótstøðuleikararnar at síggja býttar út. Hann gjørdist yngsti leikarin í bestu norsku deildini nakrantíð, tá fekk sín fyrsta dyst fyri Strømsgodset í apríl og bert fýra mánaðir seinni spældi Ødegaard sín fyrsta A-landsdyst.

15-ára gamli leikarin varð skjótt skýrdur sum framtíðin í norskum fótbólti, og tað verður hann á ein hátt framvegis - sjálvandi saman við tvey ár yngra Erling Braut Håland sum so at siga ikki kann lata verða við at skora. Yrkisleiðin hjá Ødegaard hevur higartil ikki verið, sum fleiri væntaðu áðrenn. Norðmaðurin hevur ongantíð sligið til í Real Madrid, ið keypti hann stutt eftir 16-ára føðingardagin. Tó hevur tekniskt sterki álopskendi miðvallarin gjørt tað væl við Vitesse í Hollandi (2018-2019) og í fjør við Real Sociedad og verður nú aftur leiðagur út.

Tað hevur ligið í luftuni seinastu dagarnar, og fyri løtu síðani váttaði Arsenal, at felagið hevur gjørt avtalu við spanska stórfelagið um at leiga 22-ára gamla Martin Ødegaard fyri restina av kappingarárinum. Sambært norðmanninum høvdu góðu prátini við venjaran Mikel Arteta nógv at siga fyri avgerðina - onnur feløg vóru eisini áhugaði. 

Ødegaard skal spæla í troyggju nummar ellivu í Arsenal, sum eftir 3-1 í Southampton í gjár er nummar. Hann kann fáa sín fyrsta dyst leygardagin, tá Manchester United kemur á vitjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder