Klokkan 18:00 lokala tíð á Malta, tað er klokkan 17:00 føroyska tíð, er fyrsta bríksl á Ta’ Qali leikvøllinum, har fyrsti dystur í undankappingini til EM 2020 er á skránni.
Føroyski hópurin kom til Malta mánakvøldið, og eftir fýra venjingar er nú tíð til sjálvan dystin. Úr leguni siga teir, at allir í hópinum tykjast vera væl fyri, og nú fáar tímar áðrenn avspark, er greitt, hvørjar ellivu venjararnir senda á vøllin frá byrjan.
Liðið er tað, sum vit hava væntað útfrá venjinginum. Føroyar koma at spæla í einari 4-4-1-1 leikskipan:
Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen (L), Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Rene Shaki Joensen - Hallur Hansson - Jóan Símun Edmundsson
Gunnar og Atli spæla báðir landsdyst nummar 50. Tríggar broytingar eru í føroysku byrjunaruppstillinini í mun til dystin á Malta í november: Odmar avloysir Sonna Ragnar Nattestad, ið ikki er við vegna skaða. Rógvi kemur inn á sentrala miðvøllin, har hann skuli bryja seinast, men har Heini noyddist at koma inn ístaðin orsaka av skaða í upphitinini. Jóan Símun er fremsti maður; seinast var tað ungi og evnaríki Jákup Thomsen. Ein hvøkkur kom undir venjingini í gjár, tá áleyparin úr Bielefeld noyddist út við trupulleikum í knænum, har hann fyrr hevur havt skaða. Hetta vísti segt tó ikki at hava so nógv uppá seg.
Á bonkinum eru hesir níggju frá byrjan: Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Bartal Wardum, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jákup L. Thomsen og Klæmint A. Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald