Fótbóltur

Váttað: Fellaini til Kina

Belgiski miðvallarin skiftir United út við Shandong Luneng.

Marouane Fellaini skal nú royna seg í kinesiskum fótbólti
(Mynd: EPA)

Marouane Fellaini skal nú royna seg í kinesiskum fótbólti (Mynd: EPA)

2019-02-01 16:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fimm og eitt hálvt ár við upp og niðurtúrum í Manchester United fer 31-ára gamli miðvallarin nú til eitt heilt annað stað at spæla. Felagið váttaði á heimasíðuni í dag, at Marouane Fellaini skiftir til Shandong Luneng Taishan FC í Kina. 

Fellaini kom úr Everton á Transfer Deadline Day í 2013. Hann gjørdist fyrsta keypið hjá David Moyes og hevur síðani spælt fyri fýra ymiskar venjarar í Manchester. Hann hevði eitt sera gott tíðarskeið í fyrsta árinum hjá Louis Van Gaal, og tað tyktist sum at Jose Mourinho var sera fegin um høga leikaran við tí villa hárinum.

Nógvir av United-fjepparunum hava tó ikki dámt belgiska leikaran serliga væl; mest orsakað av hansara heldur klossuta og tunga leikhátti. Hann er ikki partur av ætlanini hjá Ole Gunnar Solksjær; Fellaini hevur í níggju dystum undir norðmanninum bert leikt 31 minuttir, og nú er hann so seldur.

Prísurin fyri Marouane Fellaini er ikki upplýstir, Daily Mail hevur tó nevnt 10,4 milliónir pund, men hann kemur sambært flerii miðlum at forvinna sera væl. Heilt upp ímóti 250,000 pund um vikuna er nenvt, og hetta e rmeira enn tvífalt tað, sum hann forvann í United eftir nýggja sáttmála, ið hann skrivaði undir fyrr í ár.

Fellaini skoraði 22 mál í 177 dystum fyri felagið, sum hann vann FA Cup, Europa League og League Cup við. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder