Fótbóltur

Váttað: Harry Maguire til Manchester United

Sigst at hann verður dýrasti verjuleikari nakrantíð.

(Mynd: manutd.com)

(Mynd: manutd.com)

2019-08-05 13:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er tað alment váttað. Enski landsliðsverjuleikarin, Harry Maguire, skiftir frá Leicester City til Manchester United. Tað kundi Manchester United boða frá í dag.

- Takk til øll, ið hava stuðla mær og spælt ein leiklut í yrkisleið míni. Eg eri errin og æraður um at skifta til Manchester United. Higartil hevur tað verið ein fantastisk fótbóltsferð, skrivar Maguire á Twitter.

Sambært fleiri bretskum miðlum, so hevur Manchester United rindað umleið 85 milliónir pund fyri verjuleikarin – svarandi til næstan 700 milliónir krónur. Um tað passar, gerst hann dýrasti verjuleikari nakrantíð.

Higartil dýrasta keypið av einum verjuleikara var, tá Liverpool í januar í fjør keypti Virgil van Dijk úr Southampton fyri 75 milliónir pund.

26 ára gamli Maguire hevur skrivað seks ára sáttmála við United. Harumframt er klausulur á, ið gevur møguleika fyri at leingja íeitt ár.

Maguirekom til Leicester úr Hull fyri tveimum árum síðani. Hann hevur spælt 76 dystir fyri Leicester og skorað fimm mál. Hann hevur eisini spælt 20 landsdystir fyri Ongland. 

[object Object]
Harry Maguire í dysti fyri Leicester móti Manchester City (Savnsmynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder