- Eitt av størstu keypunum í nýggjari tíð í donskum hondbólti.
Tað vóru ikki lítil orð frammi, tá Óli Mittún fyri lítlari løtu síðani varð avdúkaður sum nýggjur spælari á Fjóni. Tað var stjórin, Kasper Jørgensen, sum segði hetta. GOG skýrir eisini unga føroyska landsliðsspælarin sum eitt av "heimsins størstu talentum"
GOG er ikki úr nøkrum stórbýi, men hevur verið við at fostra nógvar av størstu donsku hondbóltsspælarunum.
Frá næsta summri skal eitt av størstu føroysku hondbóltstalentunum nakrantíð spæla við felagnum á Fjóni og halda fram við menningini í dag.
Eftir nakrar søgur er hetta endaliga váttað - tað skrivar millum annað danska TV2.
Sí eisini: Danskur hondbóltsmiðil setur Óli Mittún í samband við GOG
Hetta merkir eisini, at Óli Mittún frá næsta summri ikki longur spælir í IK Sävehof, har 19-ára gamli hoyvíkingurin er lyklaspælari.
- Vit eru fegin, men fram um alt stolt av, at Óli, sum er eitt av heimsins størstu talentum, hevur ynskt at spæla og mennast í Sävehof. Áðrenn hann fer, sleppa vit at njóta hansara fantastiska spæl restina av kappingarárinum, sigur Jonathan Stenbäcken, ítróttarstjóri í IK Sävehof.
- Hansara íkast á vøllinum hevur verið ómetaliga stórt, og vit ynskja honum bestu eydnu, og gleða okkum at fylgja honum á nýggju yrkisleiðini í GOG, sigur ítróttarstjórin.
Talan er sum skilst um fýra ára sáttmála millum Óla Mittún og GOG.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald