Fótbóltur

Váttað: Patrik Johannesen aftur til KÍ

29-ára gamli tvøramaðurin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið, sum áleyparin spældi fyri í 2019 og 2020.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-31 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu um fyrr i kvøld, er Patrik Johannesen á veg aftur til føroyskan fótbólt. 

Mest sannlíkt var tað KÍ, og nú er greitt, at KÍ hevur keypt 29-ára gamla tvøramannin leysan úr Breiðablik. Partarnir hava skrivað undir trý-ára sáttmála, skrivar ki.fo.

- Eg kenni á mær, at hetta er rætta løtan at koma heim aftur til Føroyar. Eg havi góð minnir úr Klaksvík. KÍ er tað størsta og besta felagið í landinum og tað vil eg verða ein partur av, sigur Patrik í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá KÍ.

Patrik hevur drúgvar royndir í føroyskum og útlenskum fótbólti. Eftir hann var í KÍ í 2019 og 2020, gekk leiðin til Egersund, síðan Keflavík og higani til meistarliðið, Breiðablik. 

Sáttmálin er galdandi í trý ár.

Patrik Johannesen var fastur maður í álopinum hjá KÍ í 2019, tá fyrsta FM-heiti felagsins í øldini kom í hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder