Hann hevur spælt við í øllum venjingardystunum hjá EB/Streymi higartil, og nú er greitt, at hann verður fastur partur av hópinum í Sundalagnum. EB/Streymur kunnger í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við 18-ára gamla miðvallaran, Símun Sólheim, fyri kappingarárið 2020.
Fyri tíggju døgum síðani segði Símun við Portalin, at hann var byrjaður at venja við felagnum miðskeiðis í mánaðinum og hevði møguleikan at halda fram við hesum. Nú er so ein sáttmáli komin burturúr.
Les eisini: Símun spædi við EB/Streymi í dag
Símun hevur spælt við HB tað mesta av ungdómsárunum. Frá 2017 til 2018 spældi hoyvíkingurin í Brøndby. Í fjør var hann partur av besta liðnum hjá HB, ið Símun spældi við tríggjar ferðir. Hann hevur annars fyri tað mesta spælt í 1.deild, men skal nú av álvara royna seg í fremstu røð.
Símun Sólheim hevur spælt við øllum ungdómslandsliðnum. Seinasti spældi hann allar tríggjar dystirnar hjá U19-landsliðnum í EM-undankappingini í Danmark í november.
Fótbóltur
Váttað: Símun skal spæla við EB/Streymi
18-ára gamli miðvallarin skiftir úr HB.
Fróði Reinert Petersen, formaður, saman við nýggjasta leikaranum hjá EB/Streymi (Mynd: ebstreymur.fo)
2020-01-28 12:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald