Fótbóltur

Veðrið argar Glimt: Ein avgerð verður tikin seinnapartin

Mótstøðuliðið hjá KÍ, Bodø/Glimt, skuldi eftir ætlan lendað í Vágum fyri løtu síðani, men vegna veður, eru norsku meistararnir ikki farnir á flog enn.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-11 13:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan skuldi hópurin hjá Bodø/Glimt lenda í Vágum klokkan 13, men boðini eru nú, at flogfarið enn stendur í Bodø.

Orsøkin er veðrið, og norska felagið hevur eina vón um at sleppa á flog einaferð seinnapartin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er ein avgerð, sum verður tikin um 15-16 tíðina. Veðurforsøgnin avgerð, um vit sleppa avstað, sigur dagligi leiðarin í Bodø/Glimt, við norska TV2.

- Í morgin sær enntá verri út, so vit vóna at sleppa avstað í dag, sigur hann.

Á heimasíðuni hjá Vága Floghavn stendur flogfarið úr Bodø at lenda klokkan 19:30.

Bodø/Glimt vann fyrra dystin móti KÍ týsdagin í síðstu viku 3-0, og skal í morgin spæla seinna og avgerandi dystin við Djúpumýru í Klaksvík.

Sambært TV2, veit Frode Thomassen ikki at siga hvat hendir, um Glimt ikki megnar at koma til Føroya til returdystin.

---

Soleiðis segði Jóannes Bjartalíð eftir dystin í Bodø:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder