
Vejle er uppflytari og hevur fingið tunga byrjan uppá Superliguna. Ikki tí; liðið hevur verið væl við í øllum dystunum, men seks teir fyrstu dystirnir eru endaðir við eitt-máls tapi. Nú vendi tað hjá Vejle.
Í kvøld settu Vejle og OB hol á sjeynda umfar, og tað var umvent hjá søguríka jútska felagnum. OB legði seg annars á odda í 14. minutti, men Vejle javnaði skjótt aftaná.
Í 82. minutti eydnaðist innskifta Jasin-Amin Assehnoun at avgera dystin. Hetta var fyrsta málið hjá finska áleyparanum fyri Vejle, ið var á rætta staðnum røttu tíðan. Talan var um ógvuliga umráðandi mál, sum tryggjaði liðnum síni fyrstu Superliga-stig í ár.
Ein annars innskiftari var Gilli Rólantsson Sørensen. 31-ára gamli tvøramaðurin byrjaði inni á høgra vongbakki fýra teir fyrstu dystirnar, men føroyski landsliðsspælarin, sum kom úr TB í summar, hevur síðani byrjað á bonkinum.
Í síðstu viku, tá Vejle tók móti Brøndby og misnýtti brotsspark í yvirtíðini, kom Gilli ikki á vøllin, men í Odense í kvøld varð hann skiftur inn á vongbakkinum í 80. minutti. Eftir málið til 2-1 var Gilli við at halda leiðsluni.
Vejle hevur tey trý stigini við sær av Fjóni og hevur harvið lyft seg av aftasta plássi og uppum Hvidovre. Vejle spælir steypadyst móti Sønderjyske mikukvøldið - tá verður Gilli Rólantsson ikki við, tí hann verður í Póllandi við landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald