2019-11-02 15:58
Føroyinga uppgerð var í Nordicbet-deildini í dag, tá felagið hjá Viljormi Davidsen, Vejle tók ímóti Fremad Amager og Heina Vatnsdal.
Vejle vann dystin heili 4-0 við málum frá, Allan Sousa, Kjartan Finnbogason, Juhani Ojala og Arbnor Muccoli. Við sigrinum hevur Vejle lagt seg á odda í næstbestu deildini. Vejle kann tó missa oddasessin seinni í dag, um Viborg vinnur á HB Køge á útivølli.
Heini Vatnsdal spældi allan dystin fyri Fremad Amagar, meðan Viljormur Davidsen kom á vøllin tá gott tjúgu minuttir vóru eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald