Fótbóltur

Venja aftur til størstu avbjóðingina nakrantíð

Fótbóltur: Stórar avbjóðingar standa fyri framman hjá U17 gentunum – EM í Føroyum næsta ár.

2020-05-15 10:02 Author image
Innsent
placeholder

Pauli Poulsen og U17 fótbóltslandsliðið við gentum eru sloppin í gongd aftur við regluligu venjingarnar fram til teirra størstu ítróttaligu avbjóðing nakrantíð.

Føroyar eru vertir fyri EM endaspælinum hjá U17 gentum næsta ár, og sum liður í fyrireikingunum venur landsliðið saman hvørja viku. Eftir ein heldur drúgvan koronasteðg við sjálvvenjing, eru vikuligu venjingarnar nú tiknar upp aftur, og nú ræður um hjá gentunum at brúka tíðina væl, fram til at tær skulu dystast móti sjey teimum bestu liðunum í Evropa. 

Hóast nakrir av ætlaðu venjingardystunum hjá U17 gentunum í ár eru avlýstir, so vónar Pauli Poulsen, høvuðsvenjari, at landsliðið fær hóskandi dystarvenjing komandi mánaðarnar. Ikki minst tí at mótstøðan í endaspælinum verður krútsterk, og tí hava genturnar tørv á dystum, har tær verða lagdar undir trýst fyri at gerast enn betri. 

Hóast uppgávan á vøllinum verður størri enn nakrantíð, so er tað stórt fyri føroyskan fótbólt at vera vertur fyri eitt EM endaspæl, og umframt at vera ein mennandi uppliving fyri spælararnar á U17 landsliðnum, so verður hetta mennandi og gevandi fyri allar gentur og kvinnur í føroyskum fótbólti, heldur Pauli Poulsen.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder