Fótbóltur

Venjaratoymið hjá NSÍ heldur fram

Uppflytararnir hava longt við venjaratoymið.

Asbjørn Tungá, Jóhan Esmarsson Heimustovu og Símun Rógvi Hansen aftast, og Jens Wedeborg fremst (Mynd: NSÍ)

Asbjørn Tungá, Jóhan Esmarsson Heimustovu og Símun Rógvi Hansen aftast, og Jens Wedeborg fremst (Mynd: NSÍ)

2024-08-23 10:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Venjaratoymið hjá besta mansliðnum hjá NSÍ heldur óbroytt fram næsta kappingarár.

Høvuðsvenjarin, Jens Wedeborg, og fysiski venjarin, Jóhan Esmarsson Heimustovu, hava sáttmála galdandi fyri, men nú er eisini greitt, at hjálparvenjarin, Asbjørn Tungá, og málmansvenjarin, Símun Rógvi Hansen, hava longt sáttmálan við einum ári.

- Kontinuitetur er ógvuliga týdningarmikil í liðítrótti. Tað tekur tíð at skapa framgongd, bæði sum leikari, lið og venjari. Tíðin er farin frá tí, at tað var ein venjari, sum tók sær av øllum sjálvur.

- Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Tí er eg ógvuliga fegin um, at vit kunnu halda fram við sama venjaratoymi í 2025. Vit trívast sera væl saman, bæði persónliga og fakliga, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg.

NSÍ var í fjør ein túr í næstbestu deildini og vendi, men er í ár aftur í bestu deilini. Aftaná 19 dystir hevur NSÍ 34 stig og liggur á fjórða plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder