
Katowice, Pólland (Portalurin): Tað eru ikki nógvir tímar ímillum stóru dystirnar hjá føroysku U21-monnunum nú, og Djóni Gaard Joensen hevur eitt sindur at hugsa um - men eisini at fegnast um.
- Tað kravdi eitt sindur at fáa armarnar upp í gjárkvøldið, tí tað var so óveruligt. Tað gekk ikki heilt upp fyri mær, fyrr enn eg kom aftur á hotellkamarið og byrjaði at hyggja eftir video av Portugal: Hetta er jú sjúkt.
Ja, tað er heldur sjúkt, at Føroyar eru umboðaðar í einari HM-hálvfinalu fyri fyrstu ferð nakrantíð. Men hendan veruleikan hava Djóni, toymið og spælararnir arbeitt ímóti í langa tíð.
Lykilin er ein greið ætlan, trúgv uppá tað og at hjálpa hvørjum - vit skulu aftur standa ímóti trýstinum í kvøld, sigur annar av høvuðsvenjarunum við Portalin beint uttanfyri spælaragistingarhúsið.
Sì eisini: Minsta landið í topp-fýra: Føroyar hava tikið plássið hjá Íslandi
Sí eisini: Ísak Vedelsbøl: Seta veruliga Føroyar á heimskortið innan hondbólt - Vit vilja meira
Djóni Gaard Joensen heldur fyri, at man í hálvfinaluni møtir einum liði, sum hevur besta málverja í kappingini - aftanfyri Sasha - og at Diego "Rema" Marques og hinir vera tungir at syfta: Miðverjan hjá Portugal er sterk, og teir kunnu nógv í álopinum.
Tó síggja føroyingar sínar møguleikar og skulu fara eftir tí í kvøld, tá finalupláss er uppá spæl.
Hoyr samrøðu við Portalin ovast
-------------------------------------------------
U21 HM-hálvfinalur
Í dag, fríggjadagin 27. juni
20.00: Danmark - Svøríki (Katowice)
20.00: Føroyar - Portugal (Sosnowiec)
Portalurin verður sum vant á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald