Hondbóltur

Venjarin væntar nakrar flottar dystir - serliga við Tjarnir

Portugal var ikki gott at fáa úr pottinum, men trúgvi eisini at Ísland og Portugal iðra seg um at fáa okkum úr fjórða styrkisbólkinum, staðfestir Claus Mogensen, ið trýr uppá at koma víðari til EM.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-03-21 19:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta verður ein hørð uppgáva.

Hetta var fyrsta staðfestingin hjá Claus Mogensen í sambandi við lutakastið  til næstu EM-undankappingini.

Undankapping til EM 2026 - bólkur 4:
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar

Sí eisini: Føroyar fingu eitt rimiligt EM-lutakast

Føroysku kvinnurnar hugsavna seg nú um HM-uppgávunar, sum eru móti Litava í næsta mánaða. Hópurin varð kunngjørdur fyrr í dag – í gjár var lutakast um bólkabýtið í undankappingini til EM 2026.  Landsliðsvenjarin hjá kvinnum peikar serliga á tað, at Portugal kom úr styrkislagnum beint omanfyri Føroyar.

-Við Portugal fáa vit tað besta liðið úr 3. styrkisbólki. Tað at Portugal er við í bólkinum, ger hetta til truplan og ógvuliga opnan bólk.

Claus Mogensen heldur tó, at tað var fínt at fáa Montenegro og Ísland úr lagi eitt og tvey, og at serliga liðini beint omanfyri Føroyar ikki eru so fegin um lutakast:

- Eg haldi, at Ísland og Portugal iðra seg um at fáa okkum úr fjórða styrkisbólkinum.

Serliga heimadystirnir kunnu gera stóran mun, og í føroysku leguni trýr man veruliga uppá hetta – hóast heldur truplar fyritreytir.

-Eg síggi Montenegro sum stórfavoritt at vinna bólkin, men eg eri eisini vísur í, at vit fara at spæla nakrar flottar dystir - serliga við Tjarnir. Vit trúgva uppá, at vit kunnu tryggja okkum enn eina EM-luttøku – sjálvt um tað verður torført.

Fyrstu dystirnir í undankappingini verða spældir í oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder