Fótbóltur

Venjingardystur floytaður av: Christian Eriksen small um

Hann hevur tað gott eftir umstøðunum, men venjingardysturin varð floytaður av. Støðan minti um EM.

(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

2026-06-07 19:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Venjingardysturin millum Danmark og Ukraina, sum í kvøld varð spældur í Odense bleiv floytaður av eftir eina støðu við danska spælaranum, Christian Eriksen.

Hann small um undir dystinum, men kom upp á beinini aftur eftir eina løtu. Christian Eriksen er koyrdur á sjúkrahús til nærri kanningar, og boðini frá danska fótbóltssamabndinum eru, at hann hevur tað gott eftir umstøðunum.

Støðan minti um EM-dystin móti Finnlandi í Parkini í 2021, tá Christian Eriksen eisini small um. Síðan hendingina í Parkini hevur Christian Eriksen havt ein knykil (pacemakara).

Sum vera man ávirkaði hetta viðleikararnar og avgjørt var at floyta dystin av.

Danmark var annars á odda 2-1 tá tilburðurin eftir at ein góður tími varð spældur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder