Fótbóltur

Venjingardystur móti Danmark í mars

26. mars spæla Danmark og Føroyar á Brøndby Stadion.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-15 08:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við DBU, ið er danska fótbóltssambandið, at Danmark og Føroyar møtast í venjingardysti á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð.

Talan er um seinna av tveimum venjingardystum, sum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í mars mánaða komandi ár, skrivar FSF á heimasíðuni.

Tíggju dystir eru annars á skránni hjá manslandsliðnum í 2024 – fýra venjingardystir, sum verða í mars og juni mánaða, og seks dystir í UEFA Nations League, sum verða í september, oktober og november.

Hvørji mótstøðulondini verða í UEFA Nations League kappingini, verður avgjørt við lutakasti hósdagin 8. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder