ÍSF vil sjálvandi ganga á odda og heitir tískil á øll sersambond og ítróttafeløg, sum nýta venjingarmiðstøðir, um at venja í teimum venjingarmiðstøðum, ið hava eina samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar.
Seinastu tvey árini hevur ÍSF arbeitt miðvíst við antidoping. Fimm føroysk dopingeftirlitsfólk hava fingið góðkenning at taka royndir, og hevur hetta samstundis gjørt, at arbeiðið er vorðið meira miðvíst enn hvat tað hevur verið. Hetta arbeiðið hevur tó bert fevnt um ítróttafólk, sum eru limir í einum ítróttafelag.
Tvørmegi var tann fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum, sum gjørdi eina samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroya. Í 2018 hava Vælvera Fitness, sum hevur deildir í Tórshavn, Saltangará , Vestmanna og í Vági, Fullpower Føroyar, sum hevur deildir í Klaksvík og í Saltangará og ÍÐKA í Klaksvík gjørt samstarvsavtalu. Avtalurnar merkja, at venjingarmiðstøðirnar, saman við Antidoping Danmark/Føroyar, í felag ynskja at hava eitt skipað eftirlit.
ÍSF fegnast um, at nevndu venjingarmiðstøðirnar hava gjørt samstarvsavtalu um antidoping og vónar, at hinar venjingarmiðstøðirnar í Føroyum eisini gera tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald