Í hondbóltsbygdini Vestmanna hevur tað í ár ikki eydnast at manna lið í bestu kvinnudeildini. Tí fer VÍF nú undir samstarv við kvinnuliðið hjá EB.
Sostatt verður EB aftur í bestu kvinnudeildini á fyrsta sinni í 29 ár.
– Í mong ár hava vit miðvíst arbeitt fram ímóti at hava eitt lið aftur í bestu deildini. Vit hava nógvar dugnaligar ungar leikarar, sum nú á fyrsta sinni skulu royna seg móti teimum bestu. Vit hava kortini brúk fyri royndum spælarum fyri at fáa eina smidligari byrjan, og vit hava tí valt at samstarva við VÍF hetta fyrsta árið, sigur Sunnuvá Vesturdal, forkvinna í EB.
Vestmannakvinnur hava mist nógvar leikarar í ár og fáa tí ikki mannað lið. Orsøkirnar eru serliga, at spælarar hava átt ella skulu eiga barn ella farnir uttanlands at lesa, sigur VÍF á heimasíðuni.
Lea Lisberg úr EB og Agnas Olsen úr VÍF (Mynd: Vif.fo)
Leikararnir venja longu saman, 17 leikarar úr EB og sjey úr VÍF. Íslendingurin, Kristinn Guðmundsson, skal standa á odda fyri samansetta liðnum. Hann hevur drúgvar royndir í bestu íslensku deildini og hevur vunnið fleiri meistaraheiti.
Feløgini skiftast í millum at venja og spæla dystir á Eiði og í Vestmanna.
Kvinnuliðið í bestu deildini fer at eita EB og spælt verður í hvíta EB-litinum, undantikið, tá ið dystir eru móti StÍF, tá spælt verður í gulum. Samstarvað verður eisini um eitt lið í 1. deild, og tað fer eftir ætlan at eita VÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald