Í 2015 vunnu vestmenningar greipuna, og árið eftir gjørdist VÍF aftur føroyameistari í fremstu mansdeildini - hetta var nummar 23 í røðini hjá besta mansliðnum hjá VÍF. Síðani hava vestmenningar kunna fegnast um gull á kvinnusíðuni, men menninir hava ikki megnað at enda á ovastu rók seinastu fimm árini.
Møguleikin er nú av álvara til staðar. VÍF er á odda 2-1 í finalum, og um tað ikki eydnast í Hoyvík í kvøld, so skal tað avgerast í Vestmanna leygardagin, og har hava teir í gulum og bláum av álvara víst styrki í ár - millum annað í finalu nummar eitt og finalu nummar trý, ið var leygardagin.
Filip Jojic var darvaður av fingrinum í vikuskiftinum, men í hesum finalunum hava fleiri vestmenningar av álvara traðkað fram. Nú tá tað kann avgerast, er heilsustøðan hjá Filipi tó av stórum týdningi, og tað sama er við Mladen í málinum, sum hevur verið darvaður av økslini.
H71 tók yvir fyri VÍF, og hevur síðani 2016 vunnið sjey steyp - fýra steypakappingar og trý FM-heiti. Í fjør sóu hoyvíkingar eisini sterkast út, tá landskappingin steðgaði orsakað av koronu. Liðið hjá H71 er ikki eins sterkt í ár, men har er avgjørt nógv góðska, og leikararnir eru vanir við at vinna. Hetta kann gerast ein fyrimunur.
Í kvøld snýr tað seg um hjá H71 at tryggja, at tað verður ein fimta finala. Lagt er upp til ein javnan dyst - kanska verður tað eins og fyri viku síðani, tá neyðugt var við brotskastskapping fyri at finna ein vinnara í Hoyvík.
Fyrsta brískl verður klokkan 20. Portalurin verður á staðnum og hevur fleiri myndir og videobrot, umframt at vit taka samanum finaluna. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Les eisini: Kann gerast søguligt kvøld á Skála
Fjórða FM-finalan í Okkara-deildini
21.04
H71 (1) - VÍF (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald