Fótbóltur

VFF Cup av bakkastokki komandi vikuskifti

Feløgini í Betrideildini leika seks umfør í Venjarakappingini, ið endar 15. februar..

Vìkingur og Skála spæla komandi vikuskifti - Elias Lervig (t.h) verður helst at síggja á vinstra bakki hjá teimum ljósabláu. Teitur Reinert Joensen hevur ikki sáttmála fyri 2020 enn, men verrður helst at síggja í appelsinlitta búnanum aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-03 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og seinasta ár verður tað skipað, hvussu liðini í Betrideildini spæla sínar venjingardystir. Venjara Felag Føroya hevur gjørt seks umfør, ið koyra frá 11. januar til og við 15. februar.

Soleiðis verður syrgt fyri, at eitt einstakt lið spælir móti fleiri enn helminginum av hinum liðunum í deildini, áðrenn eitt finaluumfar verður í Gundadali, har liðini spæla ímóti hvør øðrum, eftir hvussu tey hava staðið seg í kappingini. Í fjør skipaðu nøkur lið fyri "eyka" venjingardystum eisini.  

Soleiðis spæla liðini í VFF Cup:
[object Object]
(Mynd: Venjara Felag Føroya)

Bolt.fo skrivar, at 22-23. februar verður Klaksvíkskappingin, har KÍ, B36, NSÍ og HB hittast við Djúpmýrar, og 1. mars verður stórsteypadysturin millum KÍ og HB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder