
Ein dystur í VFF Cup varð leiktur í gjárkvøldið. Talan var um ein útsettan dyst frá 2. umfari, tá KÍ var á venjingarlegu í Surðuroynni og tapti fyri TB í venjingardysti í Trongisvági.
KÍ tapti sunnudagin sín fyrsta dyst í VFF (5-3 í Sarpugerði). ÍF vann leygardagin sín dyst nummar tvey í kappingini (3-0 á Argjum)
Nýggi norski áleyparin hjá KÍ, Ole Erik Midtskogen, skoraði og legði upp (Mynd: Oliver Joensen)
Sambært Norðlýsinum var KÍ greitt omaná fyri steðgin. Heimaliðið skoraði eisini trý mál innan tíggju minuttir. Seinni hálvleikur var tó meira javnur, og ÍF fekk betri tamarhald á serliga verjupartin eftir hálvleikssteðgin, skriva Norðlýsið og bolt.fo.
Eitt umfar er eftir í venjarakappingini áðrenn finaluumfarið.
KÍ-ÍF 3-0 (3-0)
19' Páll A. Klettskarð 1-0 (Upplegg: Ísak Simonsen)
25' Jonn Johannessen 2-0 (Upplegg: Ole Erik Midtskogen)
28' Ole Erik Midtskogen 3-0 (Upplegg: Jóannes K. Danielsen)
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Patrik Johannesen, Jákup Biskopstø Andreasen, Alessio Hyseni, Jonn Johannessen – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð.
Í seinna hálvleiki komu hesir inn: Boris Dosljak, Sebastian Avanzini, Steinbjørn Olsen, Børge Petersen og Aleks Jacobsen.
ÍF (4-2-3-1): Milos Budakovic – Rói Róin, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Pól Jákup Lundsbjerg - Karl Løkin, Sámal Joensen - Ari Ó. Ellingsgaard, Filip Djordjevic, Andy Olsen - Uros Stojanov.
Seinni komu m.a. hesir inn Gunnar Christiansen, Høgni Madsen, Bogi Løkin og Jákup Nolsøe Olsen inn.
Upplýsingar um mál og uppstillingar: Bolt.fo og dystir.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald