Í gjár varð fyrsti venjingardysturin fram ímóti kappingarárinum 2021 hjá monnum spældur. Hann var í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur í ár fer at hava heimavøll.
Og tað var heimaliðið, ið byrjaði betri. Símun Sólheim legði EB/Streym á odda, men Klæmint Olsen fekk eisini sítt fyrsta mál í 2021 áðrenn stegðin. Í 2. hálvleiki var tað serliga Aron Knudsen, ið skaraði framúr. Hann var ein av teimum mongu, ið varð skiftur inn til 2. hálvleik. NSÍ spældi við einum heilt nýggjum liði eftir stegðin, og samanlagt fingu nógvir ungir leikarar møguleikan í 4-3-3 leikskipanini hjá Allani K. Jepsen - í fjør spældi liðið 5-3-2. Hetta vísa upplýsingar hjá bolt.fo
EB/Streymur skifti meira enn helmingin av liðunum í steðginum - millum teir sum spældu allan dystin vóru Ári Arge og Elias El Moustage, ið báðir venja við EB/Streymi í løtuni. Men sum nevnt var tað 21 ára gamli Aron Knudsen, ið spældi 22 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum í fjør, ið gjørdi mest mun. Fyrst legði hann upp til Pætur Skipanes, sum skoraði ársins mál og fekk sítt gjøgnumbrot í 2020. Síðani stóð Aron sjálvur fyri málunum til 1-3 og 1-4.
NSÍ tekur í komandi viku umfari ímóti B68. EB/Streymur skal um eina viku til Havnar at spæla ímóti B36. Í dag verða fýra dystir í VFF Cup - sí skránna niðanfyri
VFF Cup - 1. umfar
Fríggdagin 15.01:
EB/Streymur - NSÍ 1-4 (1-1)
1-0 Símun Sólheim
1-1 Klæmint Andrasson Olsen
1-2 Pætur Turiðarson Skipanes
1-3 Aron Knudsen
1-4 Aron Knudsen
Leygardagin 16.01:
11.00: Víkingur - Skála
12.00: B68 - KÍ
13.00: 07 Vestur - HB
ÍF - B36
Skrá: dystir.fo - har ber eisini til at fylgja gongdini í dystunum
Fótbóltur
VFF Cup: NSÍ vann fyrsta dystin
EB/Streymur kom á odda, men runavíkingar avgjørdu dystin á Eiði eftir steðgin, og tað var serliga takkað Aroni Knudsen.
Aron Knudsen var íblandaður í øll tey trý málini hjá NSÍ í 2. hálvleiki á Eiði - Klæmint Andrasson Olsen skoraði fyrsta málið hjá teimum í gulum (Mynd: Sverri Egholm)
2021-01-16 07:48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald