Ein dystur í kappingini hjá Venjarafelagnum varð leiktur í kvøld. Talan var um dyst, ið upprunaliga skuldi spælast í vikuskiftinum. Hann varð síðani fluttur orsakað av kava, men í gjár var eisini ov nógvur kavi - bæði á Eiði og á Skála.
Eftir at tað varð graðvað á Skála var klárt til fótbólt, og fyrstu 25 minuttirnar í kvøld vóru skálamenn ikki gestablíður. Heimaliðið skoraði tríggar ferðir og sat á dystinum. Jákup Johansen var tvífaldur málskjútti í 1. hálvleiki.
Stutt fyri hálvleik minkaði nýggi áleyparin hjá EB/Streymi, Steffan A. Løkin um munin. Skála fekk tó økt tvær ferðir í 2. hálvleiki, tá tveir ungir mans komu á máltalvuna. Málskjúttin til 4-1, Andreas Egeberg Jaocbsen, skoraði sítt triðja mál í VFF Cup.
Skála hevur nú 10 stig fyri fýra dystir og er ájavnt við HB í stigum frammi í oddinum. Liðið hjá Eyðuni Klakstein hevur skorað 12 mál, og sær spennandi út nú kappingarárið nærkast. Tað er kanska ikki so óvæntað, at hesi bæði liðini standa seg væl í venjingardystunum, tí hetta eru ímillum tey liðini, har minst útskifting hevur verið í vetur.
Eitt innleiðandi umfar er eftir í kappingini áðrenn plaseringsdystirnir
Skála - EB/Streymur 5-1 (3-1)
1-0 Jákup Johansen
2-0 Ronni Møller-Iversen
3-0 Jákup Johansen
3-1 Steffan A. Løkin
4-1 Andreas E. Jacobsen
5-1 Kristian Martin Jakobsen
Soleiðis stillaðu liðini upp frá byrjan:
Skála:
Sonni Højgaard - Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Teitur R. Joensen, Niels Pauli B. Danielsen - Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard - Edvin Jacobsen, Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein - Jákup Johansen
EB/Streymur:
Jákup Højgaard - Jónstein Magnussen, Árni G. Olsen, Petur Zachariassen, Ragnar B. Danielsen - Svein Knút Magnussen, Gestur B. Dam, Rógvi E. Nielsen - Magnus Jarnskor, Steffan A. Løkin, Jens Micheal Jensen
Bæði liðini gjørdu nógvar útskiftingar sum dysturin leið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald