Fult umfar var í VFF Cup í dag. Hetta var samstundis seinasta "vanliga" umfari. Leygardagin verða fimm dystir í Gundadali, har liðini spæla ímóti hvørjum øðrum. Stigatalvan eftir fimm umfør avgerð hvussu liðini spæla (nummar 1 ímóti nummar 2, 3-4, o.s.fr)
Ein útsettur dystur frá seinasta vikuskifti, tá B36 var á venjingarlegu í Suðuroynni og vann 3-1 á TB í venjingardysti, verður leiktur mikukvøldið. Um B36 vinnur á 1. deildarliðnum í kappingini, verður talan um havnarfinalu í høvuðsstaðnum um eina viku. Um B36 ikki vinnur á Svangaskarði, er tað Víkingur, ið skal spæla finalu ímóti HB. Hesi bæði liðini hava sum tey einastu ikki tapt nakran dyst eftir fimm umfør og hava eins nógv stig.
B36 vann í dag stórt á Argjum. AB er einasta lið sum er í Betri Deildini, ið einki stig hevur fingið í kappingini. Argjamenn hava bert skorað eitt mál og hava latið heili 17 inn. Pætur Petersen gjørdi veruliga vart við seg í Gundadali, har tað skrædnaði hjá Skála seinsta hálva tíman. HB hevur skorað meira enn fýra mál í miðal í kappingini. NSÍ tapti sín fyrsta dyst, ÍF fekk javnleik í Sarpugerði, og EB/Streymur vann tepurt á Toftum. 
VFF Cup, 5. umfar
08.02
AB - B36 0-6 (0-5)
9' Sebastian Pingel 1-0 (Alex Mellemgaard)
12' Hugin Samuelsen 2-0 (Stefan Radosavljevic)
16' Sebastian Pingel 3-0 (Magnus Holm Jacobsen)
37' Árni Frederiksberg 4-0 
44' Alex Mellemgaard 5-0 (Sebastian Pingel)
73' Stefan Radosavljevic (Benjamin Heinesen)
KÍ - NSÍ 2-0 (1-0)
 8' Boris Dosljak 1-0 (Deni Pavlovic)
 56' Páll Andrasson Klettskarð 2-0 (Jonn Johannessen)
 Reytt kort: Alfred Sankoh (47' NSÍ setti ein leikara inn ístaðin) 
 
 B68 - EB/Streymur 1-2 (1-1)
 13' Andri Benjaminsen 1-0 
 44' Ragnar Bjartalíð Danielsen 1-1 (br.)
 70' Teitur Debess Olsen 1-2
 
 HB - Skála 5-0 (1-0)
 9' Pætur Petersen 1-0  (Øssur Dalbúð)
 61' Pætur Petersen 2-0 (br. - Dan í Soylu)
 80' Pætur Petersen 3-0  (Dan í Soylu)
 84' Mathias Nygaard 4-0 (Pætur Petersen)
 88" Adrian Rúnason Justinussen 5-0 (br. - Pætur Petersen)
 
 Víkingur - ÍF 1-1 (0-0) - spældu 2x35 minuttir
 47' Gunnar Vatnhamar 1-0
 55' Jan Ólavsson Ellingsgaard 1-0
 ÍF fekk tvey reyð kort seint í dystinum. Pól Jákup Lundsbjerg, ið avloyst útvísta Høgna Madsen, fekk sjálvur reytt kort fáar minuttir seinni
Upplýsingar um mál og upplegg: Dystir.fo og bolt.fo
Støðan: 
 1. HB 11 stig
 2. Víkingur 11 stig 
 3. KÍ 10 stig
 4. B36 9 stig *
 5. NSÍ 8 stig
 6. ÍF 7 stig
 7. Skála 6 stig
 8. EB/Streymur 6 stig
 9. B68 0 *
 10. AB 0
Mikudagin (12.02)
 B68 - B36
 
 
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald