Hondbóltur

Video: - Abbasynirnir hóttu við ikki at spæla um eg ikki komi við

Verði kanska tann tungi maskotturin og fari møguliga í eina landsliðsblusu í Berlin, sigur Ólavur á Skipagøtu, ið er abbi Elias og Róa. - Sjálvandi errin og føroyskur ungdómur er ótrúligur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-07 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av mongu áskoðarunum til Føroyar - Belgia í gjärkvøldið var Ólavur á Skipagøtu. 73-ára gamli skúvoyingurin hevur millum annað verið til skips og starvast sum lærari á Skála og í Hoyvík, umframt at hann hevur verið deknur í Hoyvíkar kirkju. Hann og konan Ulla hava leingi verið búsitandi í Hoyvík.

[object Object]Rói Ellefsen á Skipagøtu til dystin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Skipagøta er staðarnavn í Skúvoy, sum familjan hevur keypt. Tað er har, sum familjan hevur sín uppruna, har Ólavur er uppvaksin, og har Skipagøtu-familju framvegis hevur hús.

Tað er eisini eftirnavnið hjá tveimum av A-landsliðspælarunum. Elias og Rói Ellefsen á Skipagøtu hava syrgt fyri, at abbin verður millum føroysku áskoðarnir í Berlin:

- Eg verði nokk noyddur at fara. Abbasynirnir hóttu við, at teir spæla ikki, uttan so at eg verði har, sigur hann við einum skálkabrosi.

Í gjár vóru landsliðsspælararnir á vitjan hjá abbbanum og ommuni á Mannbrekku, og teir ætla at fáa tey í landsliðsblusur.

- Eg verði kanska tann tungi maskotturin, heldur Ólavur fyri.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Hann er sum vera mann errin og tosar um, hvørt hann skal standa uppi ella niðri undir stóru dystunum í Týsklandi. Ólavur heldur fyri, at føroyska liðið hevur ein møguleika at gera ein vørr.

- Tann føroyski ungdómurin er ótrúligur. Teir geva altíð nakað eyka á landsliðnum; teir hava heilt aðrar møguleikar í dag, enn vit høvdu og taka eisini av.

Sonur Ólav, Jens á Skipagøtu, er fyrrverandi landsliðsmálverji og er í venjaratoyminum nú, við tí sinnisliga sum mentaløki. Verdótturin Gunn Ellefsen er forkvinna í Hondbóltssambandi. Tað  verður spennandi at fylgja Elias, Róa og øllum hinun í Berlin. Ólavur á Skipagøtu verður so við á ferðini.

[object Object]Pápi Elias og Róa, og sonur Ólav á Skipagøtu, Jens á Skipagøtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder