Lille, Frakland (Portalurin): - Tað hevur verið sum eitt ævintýr og ótrúliga stuttligt at vera við til.
Hetta staðfestir Vegard Forren í viðtalu við Portalin á leikaragistingsrhúsinum, kvøldið fyri tað sum allarhelst verður hansara seinasti dystur fyri KÍ.
35-ára gamli norðmaðurin við 33 A-landsdystum og langari yrkisleið á baki er ógvuliga glaður fyri uppringina frá Magna Hoseth síðsta vetur. Verjuspælarin kennir ógvuliga væl norsku venjararnar hjá KÍ og eftir nakrar neiligar støður søgur í Noreg, var tað ein nýggj byrjan:
- Eg hevði havt eitt gott ár í llokala felagnum Træff í triðbestu deildini, har hugurin til fótbólt kom aftur. Eg eri ógvuliga fegin um uppringina í Føroyum. Hetta hevur verið serstakt at verið partur av, og fólkini í og rundanum hópin hava uppiborið hesa viðgongdina. Hevði ikki torað at droymt um at spælt slíkar evropiskar dystir aftur sum 35-ára gamal, so tað hevur verið stuttligt.
Vegard Forren fer nú aftur til familjuna, og gleðir seg sum vera man til nakað av frítíð. Tó leggur hann dent á týdningin av at avrika væl til stóru uppgávuna á stóra leikvøllinum í Lille í kvøld.
- Tað er umráðani at enda væl, sigur Vegard Forren, sum við sínum serligu dygdum hevur verið ein lykil í góðu evropeisku gongdini hjá KÍ.
KÍ og Lille spæla í kvøld klokkan 20. TV2 Play vísir dystin.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald