Fyri tíggju árum skoraði Finnur Justinussen í 2-1 sigrinum hjá Víkingi á Daugava á Svangaskarði. Hetta var í fyrsta umfari í Europa League.
Tá kom Vìkingur víðari móti lettiska liðnum - í dag gjørdi liðið tað aftur. Hesaferð var tað í Conferrnce League, og aftur í dag gjørdi Finnur Justinussen eitt mál.
Nú 35-ára gamli áleyparin vísti sítt snidni og hegni stutt fyri hálvleik, tá hann økti til 2-0. Hetta varð endaliga úrslitið á dengum, og Finnur fegnast um at hava hjálpt liðnum við týdningarmikla málinum.
Ikki var hann nøgdir við alt í 2. hálvleiki, men tað eydnaðist at halda Liepaja frá nógvum vandamiklum.
Hoyr Finn seta orð á sítt mál og annað omanfyri.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 18.07
Víkingur - Liepaja 2-0 (3-1 samanlagt)
30' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar)
43' Finnur Justinussen (Geza David Turi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald