placeholder
Fótbóltur

Video: - At spæla á landsliðnum er tað størsta

36-ára gamli Gunnar Nielsen spælir í morgin sín A-landsdyst nummar 70. Hann lítur aftur á minniliga fyrsta dystin í Íslandi, nevnir Grikkalands-dystirnar sum hæddarpunkt, setur orð á kappingina um málmansplássið og óvissu framtíð sína.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-15 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í mars 2009, tá Føroyar óvæntað vunnið í venjingardysti í Kópavági. Gunnar Nielsen er hálvur íslendingur, og varð úttikin undir stórum fokusi - ístaðin fyri málmanslegenduna Jákup Mikkelsen - so hetta var á mangan hátt ein serligur dystur.

Tó eru tað sigrarnir á Grikkalandi, ið standa allarsterkast í minninum, hjá stinna málverjanum, sum í morgin spælir sín dyst nummar 70 fyri føroyska A-landsliðið. Hetta er framvegis tað størsta, slær 36-ára gamli havnarmaðurin fast, og landsliðið vil ein ikki siga nei til.

Síðstu árini hevur kappingin millum Gunnar Nielsen og Teit Gestsson verið javnari. Hetta er av ymsum orsøkum og ein partur av fótbólti, sigur Gunnar, ið tó framvegis sær seg sjálvan sum nummar eitt. 

Samstarvið millum hann og FH er nú endað. Føroyski landsliðsmálverjin hevur umboðað felagið á Hafnafjørðinum síðani 2016 og spælt í Íslandi seinastu átta árini. Hvat framtíðin bjóðar er ógvuliga óvist: Gunnar sigur, at hann vil vera heilt vísur í sínari avgerð: Um tað so er at halda fram sum yrkisleikari uttanlands, at venda heim til Føroyar fyri fyrstu ferð í næstan tjúgu ár og fara "all-in" har, ella at steðga heilt. 

Í øllum førum hevur málverjin, sum í løtuni liggur mitt ímillum Jens Martin Knudsen (65) og Jákup Mikkelsen (73) í spældum landsdystum, tænt væl. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder