31-ára gamli sviin var í FCK frá 2011 til 2014, og kom aftur til danska stórfelagið í 2017 har hann spælir nú.
Les eisini: Sviar søgdu seg hava virðing fyri føroyska liðnum
Pierre Bengtsson skifti til Mainz í Bundesligaini, stutt eftir at tá 18-ára gamli skálvíkingurin, Brandur Hendriksson, hevði fingið sín yrkissáttmála og sína debut á besta liðnum í FCK.
Brandur Hendriksson í dysti móti Svøríki á Tórsvølli fyrr í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hann minnist væl føroyingin, ið hann heilsaði uppá eftir dystin á Tórsvølli í september. Eftir venjingina hjá Svøríki í dag rósti hann Brandi fyri sín teknik og sítt fótbótlsskil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald