Fótbóltur

Virðing fyri føroyska liðnum

Sviar vandu og høvdu tiðindafund á Friends Arena fyri løtu síðani. Liðið er til reiðar EM-endaspælið, men vil seta eitt gott punktum fyri undankappingina í annaðkvøld frammanfyri teimum upp ímóti 26.000 áskoðarunum.

Andreas Granqvist hevur seinastu árini verið liðformaður á svenska landsliðnum. Í morgin verður royndi verjuleikarin á bonkinum, og ein annar verjuleikari, Pontus Jansson, fer at hava bindið um armin (Mynd: Sverri Egholm)

Andreas Granqvist hevur seinastu árini verið liðformaður á svenska landsliðnum. Í morgin verður royndi verjuleikarin á bonkinum, og ein annar verjuleikari, Pontus Jansson, fer at hava bindið um armin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-17 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stokkhólmur, Svøríki (Portalurin) -  Í Solna, beint norðanfyri Stokkhólm, liggur tann stóri leikvøllurin í Skandinavia, ið er mest nýmótans. Har eru pláss fyri beint omanfyri 50,000 áskoðarum, og fyrsti dysturin á leikvøllinum varð leiktur fyri sjey árum síðani, tá Zlatan Ibrahimovic skoraði øll fýra málini í venjingardysti móti Onglandi; m.a eitt frálíkt og víðagitið mál við saksasparki.

Árið eftir skoraði Zlatan bæði málini í 2-0 sigrinum á Føroyum í HM-undankappingardysti, og stóri áleyparin gjørdi eisini vart við seg við at koma í stríð við nakrar føroyskar leikarar. Nú spæla liðini aftur undankappingardyst her, og talan er um seinasta dystin í hesari EM-undankappingini. Einki er sum so uppá spæl; Svøríki spældi seg til EM fríggjakvøldið, tá sviar vunnu 2-0 í Rumenia.

Svenska liðið vandi á leikvøllinum, har takið á Friends Arena var aftur - tað verður tað eisini til dystin í morgin. 22.600 atgongumerki eru seld til dystin, upplýsir svenska fótbóltssambandið, ið væntar 25.000-26.000 áskoðarar. Áleið 150 av teimum verða føroyingar. Á tíðindafundinum hjá Svøríki eftir løttu venjingina søgdu Janne Andersson, venjari, og Pontus Jansson, verjuleikari, at hetta eru góð tøl, tá hugsað verður um, at mótsstøðuliðið er Føroyar, at tað er mánakvøld, og at dysturin ongan týdning hevur fyri lagnuna hjá Svøríki.

Báðir sviarnir søgdu tó, at virðing er fyri føroyska liðnum, og Janne Andersson segði, at tað gjørdist bert lætt sum dysturin leið í 4-0 sigrinum á Tórsvølli, tí sviar spældu sera væl og vóru effektivir í 1. hálvleiki. Venjarin vísti á, at hugsað verður ikki so nógv um málúrttøkuna í morgin, og at ongir trupulleikar eru við at finna motivatión til dystin móti Føroyum.

Annars var fokus á at seta eitt gott punktum fyri undankappingina, og at nógvar broytingar fóru at vera í byrjunaruppstillinini, har millum annað nakrir leikarar úr Allsvenskan sluppu at royna seg. Janne Andersson staðfesti tó, at hetta merkti ikki, at dysturin í morgin ikki verður tikin í álvara, og har eru nakrir leikarar, ið vilja vísa nakað. Pontus Jansson segði, at tað er fyrst og fremst sum lið, at sviar skulu vísa nakað, tí tað er styrkin hjá Svøríki – so skal tað einstaka avrikið nokk koma. Tað varð váttað á tíðindafundinum, at Brentford-leikarin, við fortíð úr Leeds, verður liðformaður í morgin. Hann segði, at tað er altíð ein stór gleði at spæla fyri Svøríki.

Føroyar hava tíðindafund og venjing seinni seinnapartin. Dysturin á Friends Arena verður bríkslaður í gongd í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder