- Vit uppliva ein dyst, har vit ikki liva upp til okkara toppstøði leikliga. Verða revsaðir hart av okkara undir-miðal returrenningum, og tað er tí, at Póllandi skoraði so nógv mál. Teir skora bara 14 mál í tí vanliga 6 móti 6-spælinum, og tað sigur okkum so mikið sum, at afturrenningarnar vóru ov vánaligar. Hetta kostar í síðsta enda dystin - annars spæla vit ein góðan dyst.
- Eg helt eisini, at vit burdu havt betri tamarhald á dystinum og burdi verið langt frammanfyri móti endanum. Men vit kempa so til tað seinasta.
Hetta siga ávikavist Djóni Gaard Joensen og Jónas Fossabrúgv, um hvussu teir upplivdu dramatiska EM-miðumfarsdystin móti Póllandi mánadagin. Hann endaði við javnleiki, og tað var eftir, at júst Jónas fangaði bóltin og spældi til Brand Debes Dánialsson, sum javnaði.
- Eg var ikki greiður yvir, at spælarin stóð so langt vekk, fyrrenn Djóni rópti. Og so var tað bara góð timing, staðfestir yngsti spælarin í føroyska U18-hópinum, meðan venjarin smílist.
Sí video av villu seinastu løtuni her - við villum føroyingum í rásarúminum
Video: Yngsti føroyskispælarin í Beograd ger bart
![]()
Jónas Fossabrúgv skoraði fimm mál í gjár, trekti fimm álopsfeilir, vann brotskast og átti frálíka uppleggið til útjavnandi málið í evstu løtu (Mynd: Nikola Cimburovic)
Portalurin og FM1, sum senda frá U18 EM-dystunum, fingu orðið á stjørnuskotið og venjaran, beint eftir teir høvdu havt taktiskan fund á gistingarhølinum í Beograd. Og Djóni Gaard Joensen greiddi okkum frá, hvat skal eydnast móti Danmark, sum hevur nakrar stórar stjørnur - hann sær avgjørt møguleikar.
Hoyr og sí samrøðu ovast
Portalurin vísir dystin klokkan 18.30 og til at hoyra frásøgnina á FM1
Sí eisini: U18 EM: Nú er Danmark forðingin fyri føroyskari fjórðingsfinalu
--------------------------------------------------------
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
Støðan undan seinasta umfari:
1. Danmark 4 stig *
2. Spania 2 stig
--------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Pólland 1 stig
* Víðari
Tvey tey ovastu liðini eru víðari til fjórðingsfinaluna. Møguliga 3. plássið er nóg mikið, tí tveir teir bestu trý'arnir koma víðari
Í dag, týsdagin 4. august
16.00: Pólland - Spania
18.30: Føroyar - Danmark
Til ber at síggja dystin millum Føroyar og Danmark ókeypis á Portalinum, um ein er staddur í Føroyum - ella við data (5G uttanlands). Vit byrja at senda klokkan 18.15, og tað verður við Julian Johansen sum viðmerkjara.
Sí eisini: Føroyar hava gjørt tað áður móti Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald