Berlin, Týskland (Portalurin): - Dreingirnir eru fullir í orku og høvdu helst kett seg nakað millum dystirnar hjá Føroyum, um teir ikki skuldu spæla hondbólt sjálvir.
Hetta sigur Ivan Fossabrúgv, tá vit hittu hann í skúlahøll í Berlin í gjár. Hann hevur samskipa tríggjar venjingardystir hjá U14-dreingjunum hjá H71.
Teir spældu fríggjadagin, í gjár og í dag og vunnu allar. Fríggjadagin var tað móti stórfelagnum Füsche Berlin, í gjár var tað í hesari høllini, og í dag vunnu ungu hoyvíkingarnir 37-26 móti liðnum, sum er oddalið í U14-deildini í økinum.
Sí eisini: Myndir: Føroyskir sigrar í Berlin
H71 U14 hevur roynt seg móti trimum ymiskum feløgum í týska høvuðsstaðnum, og føroyska liðið hevur vunnið allar sínar dystir (Mynd: Sverri Egholm)
Nógvir føroyskir fjepparar eru at síggja í Berlin hesar dagarnar - og fleiri av hesum vóru til dyst seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Ivan Fossabrúgv greiðir frá, at hetta kom í lag eftir samband við hondbóltssambandið í Berlin. Tað var høgligt, tí so at siga allir á liðnum skuldu til týska stórbýin at hyggja eftir EM-dystunum kortini.
Samrøðan við Ivan var undir U16-dysti. Hesin árgangurin hjá H71 royndi seg eisini móti Pfeffersport, og vunnu teir 40-24.
Tá tosaði Ivan Fossabrúgv um tað serstaka við at vera í Berlin og møguliga stóra uppliving um kvøldið.
Sí samrøðu omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald