
Ein av bestu málskjúttunum og mest effektivu spælarunum í SMS-deildini í ár er nú til reiðar til sín fyrsta kappingardyst fyri A-landsdyst í Føroyum.
- Tað er ordiliga stuttligt og spennandi og eg gleði meg.
Fríða Nolsøe Olsen er ein profilur hjá VÍF og í føroysku kappingini. Hon var við til venjingardystir í Slovakia stutt fyri EM-endaspælinum í fjør, og nú varð 21-ára gamli bakspælarin úttikin til røkkstøkkdystirnar (play-off) móti Litava.
Sí eisini:
Yvir 2.500 atgongumerki seld til fyrsta dystin hjá kvinnunum við Tjarnir
Upphitingin verður við Tjarnir
Maria Nólsoy: - Ógvuliga spennandi við nærum útseldari høll
Fyrri dysturin verður við Tjarnir í morgin. Fríða segði, undan venjingini í dag, við Portalin, at beint nú verður hugt serliga eftir verjuspælinum. Har snýr tað seg serliga um, at fáa skotini á støð sum hóska best til føroysku málverjarnar. Litava hevur millum annað nakrar, sum dáma væl at skjóta útifrá.
Annars verður leikluturin hjá Fríðu Nolsøe Olsen mest í álopspartinum.
- Eg fari at hjálpa har, sum er kann. Tað verður helst at avloysa í løtum og serliga á høgra bakki. Eisini í 7 móti 6 um vit nýta tað.
Sí eisini: (Video) Ikki vist at Súna fær spælt
Gjøgnumbrotssterki og kviki spælarin úr Vestmanna staðfestir, at í føroysku leguni hugsar man ikki so nógv um týdningin av dystunum í vikuni (møguligt HM-pláss) men meira um at útføra sjálva uppgávuna. - So trúgva vit uppá, at tað nokk skal bera á mál.
Hoyr alla samrøðuna við Fríðu Nolsøe Olsen ovast
Føroyar og Litava spæla fyrra play-off dystin við Tjarnir í morgin, mikudagin 9. apríl, klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald